Í Nema bjóða vit fyrsta floks vørur og tænastur, og tað vilja vit, at tú skalt fáa gleði av. Nema er heildarveitari av skrivstovuútgerð til vinnulív og stovnar. Her fæst alt til skrivstovuna, og vit leggja dent á góðskuvørur, kappingarførar prísir og skjóta tænastu. Vit kenna týdningin av dygdarvørum og umboða tey bestu merkini. Á tann hátt tryggja vit, at vøran altíð livir upp til tíni krøv. Fyri at tryggja bestu tænastu hava vit stóra goymslu í høvuðss taðarøkinum og Norðoyggjum. Umframt útkoyring í høvuðsstaðarøkinum samstarva vit við flutningsfyritøkurnar og senda bílagdar vørur um allar Føroyar. Tað er lætt at bíleggja skrivstovulutir: Ring 20 20 20 ella send eitt teldubræv til sola@nema.fo Tú ert eisini vælkomin í handlar okkara í Tórshavn og Klaksvík.
Del
Print
Download PDF fil